Nálatøving við Ziska 1

18. desember 2022

Fríggjamorgun hava næmingarnir í Ziska 1 evning á tímatalvuni.

 

Fram til jólar hava tey gjørt alskyns jólaprýði. Okkurt verður pakkað inn og lagt undir træið til foreldrini.

Her eru næmingarnir í gongd við at nálatøva. Tá tú nálatøvir, brúkar tú ikki vatn og sápu, men eina serliga nál - nálatøvunál. Fyri at evna ullina til tað tú ynskir t.d. ein jólamann, so evnar tú ullina til við at “prika og prika” niður á eitt undirlag, sum eisini sást á myndunum.

 

Hetta er serliga vakurt og hugaligt jólaprýði at fáast við, og vit síggja, hvussu glaðir og nøgdir næmingarnir sita við hesum arbeiði.