Skúlagongd sum ætlað - týsdagin 20. og mikudagin 21. desembur

19. desember 2022

Góðu foreldur!

Skúlagongd verður sum ætlað týsdagin 20/12 og mikudagin 21/12. Vit eru væl vitandi um, at umstøðurnar hjá summum tykkara eru serligar. Skúlin er tó opin og skúladagurin verður skipaður sum áður kunnað á heimasetninginum.

Skúlin hevur samband við átaksleiðaran, og skuldi nøkur broyting verið, verður kunnað um hetta á heimasíðuni og í KVF.

Leiðslan