Fráfaringarløta

20. desember 2022

Fráfaringarløta fyri Olinu úr Hvalvík

Í morgun var fráfaringarløta fyri Olinu úr Hvalvík. Olina byrjaði at starvast á skrivstovuni á Skúlatrøð 1. mars í 1995 og hevur verið har í knapt 28 ár, nú hon hevur valt at fara úr starvi.

Olina fekk heilsan frá skúlaleiðaranum og trivnaðarstjóranum hjá kommununi.  Vagn Foldbo skúlaleiðari, segði nøkur orð og takkaði fyri drúgva og trúgva tænastu. John Færø trivnaðarstjóri bar eisini eina heilsan fram og takkaði Olinu fyri tíðina.

Steintór Rasmussen bar Olinu eina heilsan við sangi og vøkrum tónum.

Vit á Skúlatrøð fara at sakna Olinu og vilja takka henni fyri góða og trúgva tænastu og ynskja henni og hennara blíðan byr.