Jólagudstænastan 2022

21. desember 2022

 

Jólagudstænastan 2022

Aftur í ár hava næmingar og starvsfólk verið til jólagudstænastu. Hetta er ein góð siðvenja, sum hevur verið í mong ár. Jólaevangeliið verður lisið og jólasálmar sungnir.

Í ár hevði Hanus á Gørðum prædikuna, sum var um eitt hjúnaband, har kærleikin ræður. Hann samanbar kærleikan millum hjún við Jesusar kærleika til okkum menniskju.

Prestur legði dent á, at jólahátíðin er gleðishátíð, har Gud ynskir at vísa okkum, at hann elskar okkum og vísti til Jóhannes 3,16, sum sigur:

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

So sungu vit í felag Jesus kom inn.

Inngangsbønina las Jóannes í Brekkuni og Kendra Holm las útgangsbønina.

Barnakórið sang nakrar sangir og Klaksvíkar tónlistaskúli spældi til kórsangin og felagssangin.

Tað er altíð gott og hugnaligt at vera saman til jólagudstænastu.


Vit vilja ynskja øllum eini friðarlig, góð og gleðilig jól.