Kavaløtan í morgun

19. januar 2023

Hóast bílagda veðrið ikki kom til tíðina, so hugnaðu næmingarnir sær úti í kavanum í morgun. Sólin sendi enntá sínar geislar og vakti hugin at skapa og spæla.

Tað er lívgandi at síggja kinnareyð børn, sum hava havt tað gott og stuttligt úti í kavanum.

Áðrenn skúladagurin var liðugur, fingu vit ein heitan munn av kakao.