Ongantíð aftur!

23. januar 2023

Holodomor - Hungursdráp

Altjóða Holocaustdagur er fríggjadagin 27. januar.

Í ár er evnið Holodomor, ið merkir hungursdráp. Tað sipar til eina hending, ið fór fram í núverandi Ukraina 1932-1933, tá Stalin tømdi korngoymslurnar í landinum. Hetta elvdi til hungursneyð og fleiri milliónir lótu lív.

Fríggjdagin 27. januar verður holucaustdagur hildin í Fuglafjarðar skúla. Tá er altjóða minningardagur fyri Holocaust og onnur fólkadráp, sum ST hevur ásett.

Nám og Amnesty International, Føroya deild, skipa fyri degnum, sum er fyri hádeild, eftirskúlar, miðnáms- og yrkisskúlar.

Filmar og uppgávur eru løgd út til skúlar at fyrireika seg til, tá tiltakið verður stroymt.

Tiltakið verður stroymt úr Fuglafjarðar skúla. Skúlar kunnu fylgja við her á síðuni: https://snar.fo/holocaust