SSP vitjar foreldur í 4. flokki

25. januar 2023

Mánadagin 30. januar bjóðar SSP foreldrum til ein felags fund

Sosialir miðlar og spøl fylla meira og meira hjá børnum í dag, og tí vilja vit bjóða tykkum á ein felags foreldrafund mánadagin 30. januar 2023 kl. 19.00-21.00 í skúlanum á Skúlatrøð.

Evnið er Góðir miðlavanar

Tosað verður um áskoðanir, hugskot og sosialu samveruna í 4.a, 4.b og 4.d í einum talgildum høpi.

Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi, leggur fyri.

Fyri at fáa innlit í støðuna og áhugamál hjá børnunum, vitjar Súsanna flokkarnar fyrr á degnum.

Børnini hava brúk fyri, at foreldur tosa saman, og tí ynskja vit, at bæði foreldrini luttaka.

Gevið flokslærarunum boð, um tit ikki koma!

 

Meir um SSP og góðar miðlavanar her