Miðgarður til miðdeild

26. januar 2023

Næmingarnir, sum ganga í miðdeild, hava nógv at gleða seg til. Teir flyta nevniliga skjótt í nýgjørt øki í skúlagarðinum á Skúlatrøð - í Miðgarð.

Í løtuni heldur miðdeild, sum eru 4., 5. og 6. flokkur, til í gamla skúlagarðinum á Ziskatrøð. Har er eitt øki, har børnini fáa spælt bólt og okkurt net er til kurvabólt, men annars er skúlagarðurin tómur. 

Í morgunsanginum í morgun greiddi Vivian, deildarleiðari í miðdeild, næmingunum frá nýggja skúlagarðinum, sum liggur ímillum gamla Ósaskúlan og Ziskatrøð. Hetta økið verður Miðgarður.
Vivian vísti myndir av komandi spæliplássinum, sum ætlandi partvíst verður liðugt í marsmánað. 

Tað var stuttligt at síggja reaktiónirnar hjá næmingunum. Teir blivu ovfarnir og rættiliga spentir. Har verður nevniliga okkurt fyri øll. 

Spennandi verður, og tað er gott og tiltrongt, at miðdeildin fær ein góðan skúlagarð. 
Ein góður skúlagarður er við til at fremja góðan trivnað.