Píka7 og Strok til allar næmingar

27. januar 2023

Strok og Píkasjey komið

 

Fyri einum góðum ári síðani var avgjørt, at allir næmingar í grunddeild og miðdeild skuldu fáa Píkasjey og Strok ókeypis. Næmingarnir í grunddeild fáa Píkasjey, og næmingar í miðdeild fáa Strok.

 

Í læraraeygum er hetta ein góð avgerð, sum fevnir allar næmingar. Haldaratalið var lágt áðrenn, og í hvørjum flokki vóru nøkur heilt fá, sum fingu blaðið nakrar ferðir um vikuna. Hetta er nú broytt.

 

Tá nú allir næmingar í flokkinum fáa blaðið, er gott høvi at læra og uppliva í felag og hava hetta sum eina góða lesiløtu, har næmingarnir sita saman og lesa eftir áhuga.

 

Tað er lívgandi at síggja, hvussu felagsskapurin kann fremja góðar lesiløtur.

 

Í bløðunum hesaferð er mangt áhugavert at lesa. Har eru eisini flottar plakatir, sum børnini kunnu heingja upp heima.

Í Píkasjey er eisini ein grein um Elisu, sum gongur í 2. flokki á Skúlatrøð.

 

Góður og áhugaverdur lesnaður hjá okkara ungu lesarum.

 

Gott vikuskifti!