Í egningarskúrinum

13. september 2024

Ziska 1b hevur evnisarbeiði


Tað er umráðandi at kenna sítt nærumhvørvi og sín bý, og tí er tað eisini umráðandi at vitja og síggja, hvat gongur fyri seg í nærumhvørvinum.

Vit hava fingið eina frásøgn frá teimum í Ziska 1b, sum hava evnisarbeiði á tímatalvuni.

“Í Ziska 1b hava vit evnisarbeiði á tímatalvuni. Vit byrjaðu skúlaárið við evninum Klaksvík og fiskivinnan. Klaksvík er jú ein fiskivinnubýur.

Vit hava gingið fleiri túrar, har vit hava lært okkum veganøvn og gøtunøvn í Klaksvík, og vit hava hugt eftir skipum og bátum og lært okkum at síggja, um tað er ein línubátur, trolari, alibátur o.s.f.v..

Ein dagin herfyri vóru vit og vitjaðu egningarskúrin hjá Bragd. Menninir í egningarskúrinum vóru sera blíðir, og vit lærdu eina rúgvu; vit lærdu millum annað fleiri nýggj orð: egningarskúrur, stampur og agn.

Menninir í egningarskúrinum søgdu, at Bragd var á Føroyabanka, og teir brúktu høgguslokk og nakað av makreli til agn.
Onkuntíð brúka teir gággu, og teir hava eina maskinu til at bróta gággurnar.

Dreingirnir sluppu eisini at royna at egna, og tað hildu teir vera spennandi.

Ziska 1b hevur nógvar spennandi ætlanir við evninum “Klaksvik og fiskivinnan”, so tit hoyra kanska meira seinni.”

Vit takka fyri hesa frálíku frásøgnina frá Ziska 1b og gleða okkum til næstu frásøgn.