Heihei ynskir tær eitt gott vikuskifti

19. september 2025

Kennir tú Heihei? Ja, tað er hanin í filminum Moana. Ein óvitandi handi, sum aftur og aftur kemur í alskyns vandastøður. Og hóast hann er alt annað enn lættur at hava við sær, tí hann ferð eftir ferð skapar fløkjur og trupulleikar á ferðini hjá Moanu, so verjir hon vin sín og er treytaleyst góð við hann.

Inni í floksstovuni hjá einum av 7. flokkunum hongur ein tekning av Heihei, sum ein av dugnaligu næmingunum hevur teknað. Trýst á myndina fyri at síggja hana í fullari stødd.

Við hesi myndini verður tykkum øllum ynskt eitt gott vikuskifti.

Her ber til at síggja stutt klipp við Moanu og Heihei úti á víðum havi.