Okkum dámar at telva

10. mai 2021

 

Í miðhøllini á Skúlatrøð er friðarligt og á einum av høgu borðunum sita tvær gentur úr 5. flokki og telva. Tær hava íverksetan, og onkuntíð sleppa næmingarnir at telva.

Fina og Kristina Margretha tosa spakuliga, flenna við hvørt, og eru hugbundnar, sum leikur fer. Hóast tær nú verða órógvaðar mitt í talvinum við spurninginum, hvat teimum dámar at telva, so eru tær blíðar og prátingarsamar. 

- Okkum dámar væl at telva, smílist Fina.

- Vit duga kanska ikki so væl, men vit kenna fólkið og leikirnar, sigur Kristina Margretha.

- Hvørja ferð vit spæla, so læra vit okkurt nýtt, skundar Fina sær at siga.

Í miðhøllini eru fýra talvborð, og tey verða nógv nýtt av næmingunum serliga í fríkorterunum. Onkuntíð mugu lærarar enntá minna næmingarnar á, at tað hevur ringt inn.

Enn hava Fina og Kristina Margretha nógv uppá hjarta.

- Í íverksetan gera vit annars alt møguligt. Vit hava seinastu tímarnar verið úti og savnað rusk, sigur Kristina Margretha.

Fina heldur fram og sigur:

- Tá ið vit komu inn aftur, gjørdu vit ymisk spøl við ruskinum, t.d. eitt spæl, har vit skuldu kasta steinar í ein kopp. Tað var ordiliga stuttligt.

- Ja, ordiliga stuttligt, tekur Kristina Margretha undir við Finu.

Tá ið takkað verður fyri prátið, seta tær seg aftur at telva og skjótt sita tær aftur hugbundnar í talvheiminum.