Bjarging á skránni hjá Valskúlanum

6. mai 2021

Her fyri var sjóneykan sett á bjarging í Valskúlanum. Næmingarnir fingu frálæru í at brúka hjartastartara og í heila tikið, hvussu tú skalt bera teg at, um tú kemur fram á lívleysan persón.

Eisini sluppu tey at royna seg hjá Norðoya Bjargingarfelag. Farið var út við Ziska, og næmingarnir sluppu at leypa á sjógv í draktum, og síðani “bjarga” hvørjum øðrum upp í bátin aftur. Bjargingarbátur varð settur út, sum næmingarnir kunnaðu seg um, og lína varð skotin á land.

Fleiri myndir frá bjargingini eru her.

Seinni varð bjarging í svimjihøllini. Næmingarnir skuldu gera ymiskar flótivenjingar í klæðum, og bjarga móðum ella lívleysum persóni, og fáa hann upp á turt. Alt í alt ein øðrvísi og lærurík vika.

Ein lærurík uppliving, sum næmingarnir fara víðari við.