Virkið vár - eisini fyri næmingar

5. mai 2021

Sjálvt um vit enn bíða eftir várveðrinum, so er várið her. Hetta merkir, at vit í skúlanum verða meira virkin úti og eisini verða boðin til tiltøk, sum fyri ein part er úti. Eitt av hesum tiltøkunum verður leygardagin í samband við Virkið vár, sum er í tíðarskeiðnum 8. mai til 5. juni.

Klaksvíkar kommuna setur við hesum umhvørvið og fólkaheilsuna á breddan. Býurin verður karmur um størri og smærri átøk, sum skulu eggja borgarum at brúka býrúmið og náttúruna.

Meir er at lesa um Virkið vár her.

Klaksvíkar kommuna er samstarvspartur hjá Fólkaheilsuráðnum, sum stendur fyri átakinum ABC fyri sálarheilsu. Eisini hevur Klaksvíkar kommuna seinastu árini við átakinum Slóða fyri, sett umhvørvið á breddan.

Undir heitinum Virkið vár verður við hesum báðum átøkunum varpað ljós á kropsliga og sálarliga heilsu, samstundis sum lagt verður upp til, at borgarar brúka náttúruna og harvið fáa upplivingar, sum kunnu eggja til góðar útivanar.

Skrá fyri leygardagin er her.

Skúlin fer komandi tíðina, eins og vanliga verður gjørt, at varpa ljós á týdningin í góðari sálarheilsu og umhvørvisvernd.

Legg til merkis, at kl. 11:30 er tekniborð á skránni, har tað er møguligt hjá børnum í øllum aldri at gera eina tekning til listaframsýning. Evnið er Mítt býarrúm. Tekningarnar hanga uppi á Skúlatrøð til og við á norðoyastevnu.

Góðan leygardag :)