Knýta bond millum foreldrini

3. mai 2021

Í kvøld, mánadagin 3. mai 2021 kl 19:00 – 21:00, verður SSP-tiltakið Vit hava eina felags uppgávu á skránni. Tiltakið er í stóru miðhøllini á Skúlatrøð og er ætlað foreldrum at næmingum í 1. og 2. flokki.

Børn okkara skulu læra eina rúgvu, meðan tey vaksa upp. Tey skulu læra um mentanarlig virðir, eitt nú ábyrgd, fólkaskikk, felagsskap og reiðiligheit. Samstundis skulu tey ogna sær fakligar førleikar, so tey kunnu føra samfelagið víðari eftir okkum.

Nakað av hesum læra tey heima, og annað læra tey í skúlanum. Men tað mesta læra børnini í báðum støðum samanlagt, tí tingini hanga saman. Tí eiga vit eisini at loysa hesa uppgávuna í felag. Um so er, at trupulleikar stinga seg upp, eiga vit vaksnu at lurta og leggja enn meira orku í samstarvið.

Við hesum í huga bjóðar á Skúlatrøð og SSP til foreldrafundin Knýta bond millum foreldrini. Endamálið  við fundinum er, at foreldur skifta orð um áskoðanir, hugskot til trivnað, felagsskapin og sosiala lívið í flokkunum.

Upplegg til prát og orðaskifti hevur Óli Rubeksen, SSP ráðgevi. Fyri at fáa innlit í støðuna og áhugamál hjá næmingunum, hittir hann teir fyrr um dagin.

Verið vælkomin á foreldrafund!