Á seturskúla í Svínoy

30. apríl 2021

Hetta er tíðin, tá flestu flokkar fara á seturskúla. Spennandi er altíð at vitja ymsar bygdir og oyggjar í Føroyum.

Næmingar og lærarar í 8.b hava seinastu tveir dagarnar verið og vitjað í Svínoy, har gist varð á Gamlagarði, nýggja bygninginum hjá Klaksvíkar kommunu. Húsið er væl egnað til nógv fólk. Fleiri kømur við wc og bað og stór felagshøli og góður køkur.

Hóast nakað kalt, so var veðrið til vildar at ganga túrar og vitjað runt í bygdini. Vit gingu eystur í hagan framvið snotuligu nýumvældu torvhúsunum. Vit sóu yvir á Fugloynna og Kirkju. Í gomlum døgum sigldu fugloyingar yvirum fjørðin at skera torv.

Vit steðgaðu við Dropan, sum er minnisvarði um svínoyingar, sum eru farnir á sjógvi og landi. Vit steðgaðu eisini við skotagravirnar, har manningin á skotaskipinum Rachel, sum fórst á víkini í 1786 liggur grivin. Her er eisini ein minnisvarði reistur.

Eisini vóru vit ein frálíkan gongutúr út í bátahylin og niðan í svimjihylin í besta veðri.

Poul Sivar Olsen, sum er uppvaksin í Svínoy, kom í kirkjuna og greiddi okkum frá kirkjuni, um serstaka doypifuntin, sum er úr føroyskum gróti og høgdur út við hond  – um Bjarnastein, sum sigst vera frá SvínoyarBjarna og stendur úti í forkirkjuni. Hann greiddi okkum eisini frá einum ungum manni, sum vegna tað, at hann gjørdi av við seg sjálvan, ikki fekk pláss í kirkjugarðinum.

Eisini vóru vit norðuri á Stórheygum. Har er rættiliga hugnaligt. Vit møttu stórum gestablídni, meðan vit bíðaðu, til vit sluppu innaftur á fastlandið við Rituni.

Tað eru nógv søgulig støð í oynni, og tá vit bert steðgaðu í 2 dagar, har annað var á skránni enn at vitja søgu, so komu vit ikki runt. Onki er at ivast í, at Svínoyggin er eitt framúr ferðamál og eitt gott stað at vera.

Fleiri myndir frá túrinum liggja her