Frísk forðarenning í Valskúlanum

27. apríl 2021

Í dag var ein serstakur dagur í Valskúlanum, sum er 10. flokkur á Skúlatrøð. Næmingarnir møttu til skúladagin, sum ítróttarbreytin hevði skipað fyri, og tað var lív í. 

Tey møttust við Tekniska skúla og byrjaðu dagin har. Á veg út í Grøv vóru alskyns forðarenningar eins og tað vóru enn fleiri úti í Grøv. Tey stríddust sum fyri lívinum, men lagið var sera gott.  

Á veg heim aftur varð lopið á blámann av kaiini við neystini í Borðoyavík.

Ein góður dagur og her eru fleiri myndir.