Kom úr Fámjin til sangleik

26. apríl 2021

Seinastu tvær vikurnar hava næmingar og lærarar á Skúlatrøð spælt sangleikin Virus Virus, har fleiri enn 1500 áhoyrarar og áskoðarar hava vitjað.

Fríggjadagin var ein næmingur saman við læraranum komin úr Fámjin. Stuttligt at fáa vitjan, og tey lótu væl at.

Við vón um, at enn ein sangleikur einaferð verður settur á pall á Skúlatrøð takkar skúlin øllum, ið hava verið við og teimum, ið hava sýnt sangleikinum áhuga. Hetta hevur verið ein lærurík tíð fyri allar partar.