Skóleistar er tað nýggjasta svarta

23. apríl 2021

Næmingar í 4. flokki hava seinastu tímarnar bundið skóleistar í handarbeiði. At binda er føroysk siðvenja og føroysk mentan, og tað er ongantíð ov tíðliga at læra handverkið. 

At binda skóleistar á henda hátt er ein løtt byrjanarverkætlan, tí bundið verður rætt á øllum stokkum og so seymað saman til síðst.

Fleiri myndir eru her.

Næmingunum dámdu væl at seta litir saman, og tá ið liðugt var at binda og seyma saman, vóru tey erpin av, at tey kundu brúka einar skóleistar, sum tey sjálvi høvdu bundið.

Tú ert vælkomin at royna í vikuskiftinum við uppskrift, sum liggur her.

Góðan arbeiðshug og gott vikuskifti :) Síggjast aftur mánamorgunin.