Vinningurin fyri ListaMeldur 2021 í brúki

11. juni 2021

Vit eru byrjað at brúka ListaMeldur-vinningin

Gávan frá ListaMeldur 2021 var spennandi prentútgerð til evningstovuna.

Her eru nakrar myndir av næmingum í 6. flokki, nú vit eru byrjað at brúka tann kula vinningin, ið okkara skúli vann hjá ListaMeldri 2021.

Vinningurin var eitt lekkurt gel-sett. Vit fingu 30 A4-gelplátur, fýra ymiskar litir, gott pappír og seks góðar rullur.

Við hesum settinum kunnu næmingarnir arbeiða við at prenta ymiskar myndir.

Arbeiðshátturin kann vera hesin:
Hvør næmingur fær eina gelplátu. Plátan verður rullað við liti/litum og til ber eisini at leggja bløð á plátuna. Síðani verður eitt hvítt pappír lagt oman á gelplátuna - nú verður printað. Tað hvíta pappírið skal varliga trýstast væl oman á gelplátuna. Tá alt pappírið er trýst á, verður pappírið tikið av, og vit hava fingið eina mynd.

Møguleikarnir eru sera nógvir, og næmingar og lærarar eru sera fegnir um vinningin.

Myndir eru her