Lærarastørv á Skúlatrøð 2021/2022
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2021:
- 4 tíðaravmarkað størv skúlaárið 2021/2022, vegna lækkað tímatal og avlopstímar. Skúlin hevur serliga tørv á lærarum, sum kunnu undirvísa í smíð, dreingjaítrótti og í serdeild.
Søkt verður eftir lærarum, sum:
- vilja arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visión skúlans
- duga at samstarva
- eru fyrikomandi
- sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum
- tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini
- hava áræði til at taka ábyrgd
Lønar- og setanartreytir
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastamannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 8. juni 2021 kl. 12.00. Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: vagn.foldbo@skulin.fo, ella sendast til:
Á Skúlatrøð
att: Vagn Foldbo, skúlastjóri
Postsmoga 260
FO-700 Klaksvík
Nærri kunning um størvini fæst við venda sær til Vagn Foldbo, skúlastjóra, á tlf. 780202, ella við at senda teldupost til vagn.foldbo@skulin.fo
Komandi skúlaár ganga 710 næmingar í 1. – 10. flokki á Skúlatrøð. 67 lærarar og 8 námsfrøðiligir stuðlar arbeiða í skúlanum.