Námsfrøðiligir stuðlar á Skúlatrøð

26. mai 2021

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2021:

  • 2 føst størv frá 1. august 2021 á 990 árstímar (setanarbrot 0,56) í sertilboði
  • 2 tíðaravmarkað størv frá 1. august 2021 til 31. juli 2022 uml. 990 árstímar (setanarbrot 0,56) í sertilboði

Førleikakrøv

Námsfrøðingur ella royndir sum námsfrøðiligur stuðul.

Harafturat leggja vit dent á, at námsfrøðiligu stuðlarnir:

  • vilja arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visión skúlans
  • duga at samstarva
  • eru fyrikomandi
  • sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum
  • hava áræði til at taka ábyrgd

Lønar- og setanartreytir

Størvini eru sáttmálasett og verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Størvini verða flokkað í 13, 15, 17, 19 og 21. Hjálparfólk verða flokkað í lønarflokkunum 3-8.

Umsóknir

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 9. juni 2021 kl. 12.00. Umsóknir kunnu sendast umvegis teldupost til: vagn.foldbo@skulin.fo ella sendast til

Á Skúlatrøð
att: Vagn Foldbo, skúlastjóri
Skúlavegur 6
FO-700 Klaksvík

Nærri kunning um størvini fæst við venda sær til Vagn Foldbo, skúlastjóra, á tlf. nr. 780202, ella senda teldupost til vagn.foldbo@skulin.fo

Komandi skúlaár ganga 710 næmingar í 1. – 10. flokki á Skúlatrøð. 67 lærarar og 8 námsfrøðiligir stuðlar arbeiða í skúlanum.