Dreymur mín er at geva út mína egnu myndabók

28. mai 2021

Á poster.fo eru nakrar nýggjar myndir ella plakatir lagdar inn. Hesar eigur Putu Ayu Aurelia, sum gongur í 9. flokki. Aureliu dámar serstakliga væl at tekna talgildar myndir.

Ein dagin var Aurelia og vitjaði fyritøkuna Fjord, har eigarin tosaði um heimasíðuna poster.fo. Hetta er ein heimasíða, har fleiri listafólk sýna fram list teirra. Hon eggjaði Aureliu at leggja nakrar av hennara egnu myndum á heimasíðuna við tí fyrimuni, at enn fleiri síggja myndirnar, og møguleiki er tá eisini fyri at selja tær.

- Í fyrstuni hevði eg bara hug til at menna meg sjálva og harvið eisini myndirnar, áðrenn tær vórðu lagdar út. Tí gloymdi eg í fyrsta umfari næstan alt um poster.fo. Men í farnu viku nevndi mamma mín heimasíðuna aftur, og tá hugsaði eg: Ja, hví ikki?

Fyrr í vár, tá ið næmingarnir á Skúlatrøð vóru í starvsvenjing, valdi Aurelia at royna seg hjá grafiska virkinum Grafia. Har dámdi henni væl, og har fekk hon møguleika at menna sínar egnu førleikarnar, sum hon nú eisini kann taka við sær og brúka.

- Eg geri hetta serliga, tí eg havi hug at vísa øðrum tað, sum eg geri. Kanska kann tað geva mær neyðugu viðurkenningina, so eg kann arbeiða víðari við størri verkætlanum. Tað kundi til dømis verið at gjørt mína egnu myndabók, sum eg droymi um at gera. Tí havi eg hug til fyrst at vísa øðrum hetta og vita, um hetta er nakað, sum fólki dámar, sigur Aurelia og heldur fram.

- Eg arbeiði støðugt við nýggjum tilfari og ætli at leggja fleiri myndir út – kanska aðru hvørja viku ella eina ferð um mánaðin. Eg arbeiði serliga við teimum persónunum, sum eg sjálv havi skapt, men um onnur rættindini loyva tí, so fari eg kanska eisini at tekna persónar, sum eru kendir frá telduspølum. Ella sjálvandi eisini persónar út bókum og sendingum, sum mær dámar.

Á Skúlatrøð ynskir Aureliu bestu eydnu við framtíðarætlanunum, og her kanst tú vitja poster.fo