Hav, bóndagarðar og dýr á Skúlatrøð

31. mai 2021

Náttúra og tøkni er m.a. læran um náttúruna, samspæl menniskjunnar við náttúruna, hvussu menniskju hugsa sær náttúruna skipaða og samansetta, og hvussu tøkniliga framgongdin hevur ávirkan á okkum menniskju og náttúruna, vit liva í.

Hetta hava tey í 4. flokki tikið til sín og sett hetta saman við visión skúlans, sum er at arbeiða miðvíst við at skapa og læra og spyrja og svara. 

Seinastu tímarnar í Náttúru og tøkni hava næmingarnir arbeitt við at gera bóndagarðar og annars arbeitt við ymiskum úr havinum og úr náttúruni. 

Lærarin býtti fyrst næmingarnar í bólkar, og hvør bólkur fekk tilfar at arbeiða við. M.a. fingu tey pappeskjur, pappír, vatt, træpinnar og annað, sum tey eisini sjálvi valdi eftir, hvat tey skuldu gera.

Uppgávan var so at spyrja og svara, og tað skuldi síggjast aftur í at skapa og læra. 

Myndir eru her.

Myndirnar siga frá góðum samstarvi, ið gav úrslit í onkrum úr havinum, bóndagørðum og ymiskum dýrum. Spurt varð dúgliga, og nøkur svar funnu tey eisini. Tey skaptu ymiskt, sum eisini gav teimum lærdóm víðari í arbeiðinum.

Tað, næmingarnir hava gjørt, stendur í floksstovuni hjá 4. d.