Tilmælini enn óbroytt.

1. juni 2021

Tilmælini eru tey somu enn nú vit skriva 1. juni

 

Góðu foreldur og næmingar!

Nú korona aftur tekur dik á seg, verða onkrar broytingar komandi dagarnar.

Skúlagongd hjá 1. til 8. flokki verður í morgin. Næmingarnir møta sum vanligt, men mælt verður til gott reinføri og økta frástøðu. Í skúlanum merkir hetta, at vit ikki skipa fyri tiltøkum tvørturum flokkar.

Próvtøkan til víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans, (10. flokk), í morgin og mikudagin er útsett í tveir dagar. Tey í 10. flokki, sum taka støddfrøði á 9. floks støði, møta tó til roynd sum ætlað í Valskúlanum.

Teir næmingar í 9. flokki, sum tóku lut í Ódnartøkum leygardagin, eru bidnir um at kanna seg. Um teir ikki hava fingið svar til í morgin, skulu teir møta í Valskúlanum til próvtøku.

Um foreldur eru stúrin um sítt barn og hava bílagt eina koronukanning, mæla vit til at halda barninum heima, til úrslit av kanningini fyriliggur.

Vónandi koma vit eisini væl ígjøgnum hesa bylgjuna.

Vinaliga,

Vagn Foldbo, skúlastjóri