Skúlagongdin hjá serdeildini

6. juni 2021

Nú verkbann er lýst í samband við arbeiðsósemjuna millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið/KAF, verður eingin námsfrøðingur til arbeiðis í skúlanum komandi dagarnar. Hetta merkir, at serdeildin ikki kann veita fult tilboð til viðkomandi næmingar. Av tí at tað er ymiskt, hvussu serstovurnar skipa arbeiðið komandi dagarnar, verður ringt heim í hvørjum einstøkum føri í morgin (mánadagin 7. juni) at kunna um hetta.

 

Skúlin harmast støðuna, men vit mugu fyrihalda okkum til arbeiðssteðgin.

 

Vinaliga

Vagn Foldbo, skúlastjóri