Ymisk ferðamál kring heimin

9. juni 2021

4.b hevur arbeitt við kendum ferðamálum kring heimin. Tey vórðu býtt í bólkar og fingu eitt kent ferðmál, sum tey so skuldi gera eina framløgu um. Tey skuldi greiða frá, hví tað varð bygd, hvussu stórt, hvat kostnaðurin var, hvussu nógv ferðafólk vitja hvørt ár o.a..
Støðini, vit hoyrdi um vóru - Tann lítla havfrúgvin í Keypmannahavn - Eiffeltornið í Paris - Skeiva tornið í Pisa - Sfinxin í Giza - Jesus-standimyndina í Rio - Frælsisgudinnuna í New York - Taj Mahal í India og Kinesiska múrin.

Næmingarnir ganga í 4. flokki og komu væl frá framløgunum. Teir hava lært um hesi ferðamál, og næmingarnir í 4. a og 4. d lærdu eisini frá teimum. Ein góður háttur at læra og greiða frá.

Myndir eru her