Prógvhandanin

15. juni 2021

Vegna nýggju korona-tilmælini verður prógvhandanin í tveimum í ár. Tískil er upprunaliga tíðarfestingin broytt.

Pógvhandanin hjá næmingunum í 9. flokki, sum ikki halda fram eftir summarfrítíðina, verður í nýggju miðhøll skúlans hósdagin 17. juni kl. 15:30, meðan prógvhandanin hjá 10. flokki verður kl. 17:00.

Fyri at avmarka talið, kann hvør næmingur í mesta lagi taka trý fólk við sær til løtuna.

Hjartaliga vælkomin!

Vinaliga,
Vagn Foldbo, skúlastjóri