Ein læruríkur dagur í frystihúsinum

17. juni 2021

1. flokkur á Skúlatrøð var í dag á vitjan í frystihúsinum hjá NFCS, Northern Fish Cold Stourage, á vestur síðuni á Klaksvík.   

Við frystivirkið verða fleiri sløg av fiski landað og fryst. Síðani verður fiskurin seldur víðari bæði í Føroyum og eisini út í heim.

Hetta var ein sera góður, læruríkur og ikki minst stuttligur dagur. Næmingarnir takka fyri møguleikan at vitja frystihúsið.