Grill, tónleikur og summarfrí

18. juni 2021

Í morgun møttu næmingarnir í hádeildini at fáa ársmetini og fyri tey byrjaði summarfrítíðin, tá tann løtan var av. Grunddeildin og miðdeildin møttu klokkan átta, har flokslærarin hevði lagt løtuna tilrættis.

Seinni vóru øll boðin til franska hotdog og sunkist. Skipað var eisini fyri sangløtu við framførslu frá dansigentunum, sum vóru við til sangleikin Virus virus.

Við hesum myndunum verður tykkum ynskt eina góða summarfrítíð, og vit síggjast aftur mikudagin 18. august.