Fyrsti skúladagur hjá 1. flokki

18. august 2021

Í dag var ein stórur dagur fyri nógv børn og familjur teirra. Tað var nevniliga fyrsti skúladagur hjá umleið 75 børnum á Skúlatrøð í Klaksvík.

Móttøka var í nýggju miðhøllini fyri næmingum og foreldrum. Eisini vóru ommur og abbar komin til stóru løtuna.

Skúlastjórin Vagn Foldbo tók ímóti og ynskti teimum vælkomin í skúla, og so fingu tey eisini eina heilsan frá Rannvú Joensen, sum er deildarleiðari fyri grunddeild.

Tá øll nøvnini vóru nevnd, fóru næmingarnir við flokslærarunum at taka eina felagsmynd. Hetta var eisini ein stór løta fyri foreldrini, sum kliktu dúgliga.

Næmingarnir vóru í floksstovuni og heilsaðu uppá flokslæraran og fingu ein lítlan smakk av, hvat tað er at ganga í skúla.

Skúlin vil ynskja hesum fittu og spentu næmingunum hjartaliga vælkomnum í 1. flokk.

 

Nakrar myndir eru her