Øll hádeildin samlað til morgunløtu

18. august 2021

Tað var gleðiligt í morgun at síggja og uppliva, at trappan í nýggju miðhøll skúlans var full av næmingum. Allir næmingarnir í hádeild vóru savnaðir til morgunløtu.

Hetta er fyrstu ferð, síðani nýggi bygningurin varð tikin í nýtslu, at so nógvir næmingar hava kunnað verið saman og samlaðir á trappuni.

Til morgunløtuna varð Sálmurin Nú skínur sólin bjarta hjá Símun av Skarði sungin og biðið varð Faðir vár.

Leivur Vitalis deildarleiðari fyri hádeild bjóðaði vælkomin og kunnaði um ymisk praktisk viðurskifti.

Vagn Foldbo heilsaði næmingunum við einum góðum orðafelli, sum sigur: Onki kemur í eina knýtta hond. Tað er umráðandi at hava opna hond og taka ímóti lærdómi og harvið fáa nógv í lógvan. Góður vísdómur!

Myndir her

Tað var gott at síggja alla hádeildina samlaða eina slíka løtu.