Trivnaðardagar og gott vikuskifti

20. august 2021

Skúlaárið 2021-2022 er nú byrjað, og tveir dagar við samansjóðing og trivnaði burturav á skránni gjørdist ein góð byrjan.

Endamálið við trivnaðardøgunum var at taka væl ímóti næmingunum, bæði teimum, ið hava gingið á Skúlatrøð og eisini teimum, ið eru nýkomnir. Fokus varð sett á trivnað og rørslu, har ynski var at skapa eitt positivt huglag og góðar vónir til skúlaárið við samansjóðing og toymismenning, felagsskapi og stuttleika.

Nógv var á skránni hjá ymisku flokkunum. Eitt nú gerð av floksreglum, nýggj hugskot til fríkorter, útferðir, túrar niðan á Klakk og niðan á Kjøl, útispøl, borðspøl, svimjing, filmsgerð, tað handaliga, postarenning, náttúra og tøkni og annar ítróttur.

Ein árgangur byrjaði t.d. við felags morgunmati, har øll høvdu okkurt við. Næmingarnir fóru síðani í flokkin og settu sær persónlig mál fyri hetta skúlaárið. Síðani var stafettkapping á vøllinum.

Onkur annar fór fyrra dagin út í Grøv og dagin eftir gjørdu næmingarnir Grækaris Grashøvd.

Og ein triði árgangur gjørdi stuttfilmar fyrra dagin og hugt varð eftir filmunum dagin eftir, har ein av góðu filmunum vann.

Fríggjadagin vóru 9. flokkur og 6. flokkur í hvør sínum ferðalagi uppi á Kjøli, har gingið varð ávíkavist niðan gjøgnum Ravnagil ella Gravardal.

Fleiri myndir eru her.

Við hesum er okkara vón, at næmingarnir fara at kenna seg væl á Skúlatrøð og at árið verður bæði mennandi og spennandi fyri næmingarnar.

Vit ynskja tykkum eitt gott vikuskifti, og vit síggjast mánadagin kl. 8 eftir nýgjørdu tímatalvuni :)