Samrøðubólkar til børn og ung hvørs foreldur ikki liva saman

24. august 2021

Í heyst fer Familjufyrisitingin at skipa fyri tveimum samrøðubólkum í Klaksvík fyri børn/ung hvørs foreldur ikki liva saman.

Sí viðfestu lýsing: Klaksvík - Samrøðubólkar til børn og ung hvørs foreldur ikki liva saman.pdf

Byrjað verður hósdagin 7. oktober 2021, og møtt verður seks ferðir, annan hvønn hósdag. Tey 7 til11 ára gomlu møta kl. 14.30-16.00, og tey 12 til 15+ ára gomlu møta kl. 12.30-14.00

Tilmelding fer fram her og freistin at tekna seg er 23. september 2021.

GG! Fyri at samrøðubólkarnir verða skipaðir, krevst nokk av tilmeldingum.