Skrambul hjá einum, skartgripir hjá einum øðrum

26. august 2021

Í dag skipaði Listaleypurin fyri sýningini Skrambul hjá einum, skartgripir hjá einum øðrum í nýggju miðhøllini fyri næmingunum í grunddeildini. Hetta var ein sýning, sum var flutt frá seinasta skúlaári, og sum næmingarnir tó ikki vóru snýttir fyri.

Næmingarnir vóru bjóðaðir við á ferð í eina ruskfylta verð! Kitt Johnson X-act legði fram eina gandakenda framførslu inn í ein heim, sum var fullur av ruski og gandi. Har møttu næmingarnir teimum sjáldsomu ruskskiljiserfrøðingunum: Annar hoyrdi loyniliga tónleikin í ruskinum, og hin sá loynda vakurleikan í tí.

Fleiri myndir eru her.

Hetta var ein stuttlig og tónleikalig framførsla um burðardygd fyri yngstu næmingunum og skúlin takkar fyri vitjanina.