Her er størri og eisini gott at vera

27. august 2021

Joan og Benjamin ganga í 1. flokki saman við 22 øðrum javnaldrum. Tey hava bæði gingið í barnagarðinum Fjallafípan, har teimum hevur dámt væl. Lívið er nú eitt sindur broytt, tí tey eru byrjað á Skúlatrøð. Hóast tað er broytt, so er tað gott, eru tey samd um.

- Alt er eitt sindur størri her, her er betri pláss og eisini fleiri børn, men tað er gott, sigur Benjamin eitt sindur varin.

Tá ið tey byrjaðu í skúlanum, høvdu tey nýggja skúlatasku, og á pennahúsanum hevur Joan eitt Unicorn, og Benjamin hevur ein gull Ninjago, sum eitur Lloyd. Tey eru samd um, at tað er kul at hava ein góðan pennahúsa við í skúla.

- Tað var spennandi fyrsta dagin í skúlanum. Eg kendi næstan øll í flokkinum frá barnagarðinum, og tað var ordiliga deiligt, heldur Joan.

Spurd, um tey høvdu nýggja skúlataksu og nýggja bundan toyggju, nikka tey bæði.

Inni í floksstovuni eru hinir næmingarnir í flokkinum farnir til verka. Í løtuni gera tey eina lesiapu úr kartong. Ja, eina lesiapu, sum skal hjálpa teimum at lesa orð. Muðurin á apuni er opin, og aftan fyri munnin verður ein seðil við orðum, sum standa loddrætt, lagdur. Her er so eitt orð í senn í munninum, sum tey lesa.

- Eg dugi nokkso væl bókstavarnar. Tann fyrsti eitur a, sigur Joan.

- Eg haldi, at bókstavarnir eru lættari enn tølini, sigur Benjamin. Orðini, sum vit lesa nú eru: Máni, á og ál. Tað dugi eg nú.

- Og eg dugi at telja upp í 60, haldi eg. Men mamma hjálpir mær eitt sindur, tá eg ivist. 1+2 er = 3, tað hava vit lært, sigur Joan við einum smíli.

Tey halda, at tað er eisini deiligt at fáa fríkorter. Tá er Joan mest saman við Samly Stefaniu og Rósu Davidu. Tær ganga í hinum 1. flokkunum, men tær kennast væl. Benjamin er mest saman við Kalla og Hjalta.

- Í flokkinum sita vit fýra og fýra, og eg siti saman við Hannu A., Fróða og Døgg, heldur Benjamin fyri.

- Og eg siti eg saman við Kalla, Fríða og Kesiu, heldur Joan fram.

Hvønn dag hava tey matpakka við í skúla. Ein lítlan til fríkorterið og ein stóran til matarsteðgin, sum tey eta í floksstovuni. Eftir skúlatíð fara tey í frítíðarskúlan Snjallabjalla, har tey eisini hugna sær og eta okkurt gott.

Í dag er fríggjadagur, og tey hava fýra tímar á tímatalvuni. Spurd um, hvat tey fara at gera eftir skúlatíð og frítíðarskúlatíð, eru tey ikki í iva.

- Eg fari at spæla við eina vinkonu, sum hevur fingið ein koyristól til barbiedukkuna. Eg eigi eisini ein, so fara vit at spæla, at tær hava brotið bein.

- Eg fari at byggja eitt træhús. Babba og eg hava bygt eitt sindur saman, og tað gleði eg meg til.  

Við ynski um at skúladagurin framhaldandi verður góður, takka vit teimum báðum fyri eitt hugnaligt prát, og við einum vinarligum smíli skunda tey sær inn aftur í floksstovuna at gera lesiapuna lidna.

Her eru nakrar myndir úr floksstovuni.

Við hesum verður teimum og øllum lesarunum eitt gott vikuskifti.