Mín blóma
31. august 2021
Í kristni hevur 1.d havt um skapanina og sangin Hvør skapti blómurnar. Sangurin sigur, hvør skapti heimin og alt, vit síggja. Síðani hava tey gjørt hvør sína blómu, sum fer at fylgja teimum fyrstu skúlaárini.
Ímyndin er, at næmingarnir eru eins og blómurnar, sum verða settar í urtagarðin, sum er skúlin. Hvør blóma skal røktast fyri at vaksa og bera ávøkst. Júst so er við sosiala samfelagnum, har næmingarnir í flokkinum hava ábyrgd av at geva hvørjum øðrum ein góðan dag.
Blómurnar eru ymiskar, tí júst ymiskleikin gevur eina sterka heild.