Árligi rennidagurin í besta veðri

3. september 2021

Í dag skipaði 10. flokkur fyri árliga rennidegnum. Næmingarnir møttu klokkan átta, og um nýggju tíðina varð farið yvir á vøllin, har elstu næmingarnir høvdu eina lætta upphiting fyri øll. Tó skipaðu minstu flokkarnir fyri upphiting í skúlanum.

Veðrið var av tí allarbesta, og teinarnir, næmingar og lærarar kundu velja í, vóru tríggir í tali. 5 km var út á Oyrar, 7,5 km var út, har grúsvegurin endar uttan fyri bygdina, og 10 km var aftur í skúlan og út aftur á Bilservice. 

Her eru fleiri myndir.

Tá ið næmingarnir komu aftur í skúlan, fingu teir kakao og súrepli. Nú verður gott at fáa vikuskifti :)