So er tað havhesturin

4. september 2021

Nú er havhestatíð, so hósdagin setti havhestur dagsskránna á kostbreytin í Valskúlanum.

Næmingarnir byrjaðu við at baka drýl og kaku.

Síðani varð farið í holt við havhestin. Fyrst reinsaðu næmingarnir feitan, saltaðan havhest, sum teir kókaðu saman við eplum og drýli. Eisini koyrdu teir skrædlaðan havhest í ovnin og gjørdu góða brúna sós.

Í Góðaráð eru góðar uppskriftir, sum vísa, hvussu havhestur kann gerast til, men eisini gissaðu næmingarnir eitt sindur :)

Her eru nakrar myndir.

Ein góð máltíð, sum teimum dámdu avbera væl.