Góður og harður trídystur í Valskúlanum

8. september 2021

Á Valskúlanum hendir mangt og hvat, og týsdagin var aftur ein spennandi og virkin dagur hjá næmingum og lærarum. Tí tá varð skipað fyri trídysti ella triathlon. Her vóru sum vanligt tríggir teinar, har tey svumu, súkklaðu og runnu.

Næmingarnir svumu, súkklaðu og runnu tó ikki ein heilan trídyst, men eina stytta útgávu. Vanligur trídystur er 3800 m svimjing, 180 km súkkling og 42 km renning.

Valskúlin valdi sjálvsagt at byrja við eini góðari upphiting. Síðani varð runnið 30 minuttir ein veg og 30 minuttir heimaftur, tey súkklaðu 13 km og svumu 20 longdir.

Ein sera góður og væleydnaður dagur saman við røskum hugagóðum næmingum.

Fleiri myndir eru her, og

stutt klipp niðanfyri: