Vit lesa fyri at vita, at vit eru ikki einsamøll

8. september 2021

Í dag er altjóða lesidagur. Tað var í 1965, at Sameindu Tjóðir útnevndi 8. september at vera altjóða lesidag, og dagurin varð hildin fyrstu ferð í 1966.

Vit kunnu spyrja, hví ST útnevnir ein lesidag. Jú, endamálið við degnum er at varpa ljós á týdningin, sum lesing hevur fyri okkum øll sum einstaklingar, og eisini fyri felagsskapin og fyri samfelagið sum heild.

C. S. Lewis, sum m.a. hevur skrivað bøkurnar Ljónið, gívurin og klædnaskápið hevur sagt: Vit lesa fyri at vita, at vit eru ikki einsamøll. 

Nakað er um tað. Um vit fara víðari við heimasíðuni málmenning.fo, so stendur har at lesa, at vit lesa av ymsum orsøkum. Stundum lesa vit fyri at fáa vitan og innlit í eitthvørt, ella vit lesa, tí vit vilja vita meiri um tað at vera menniskja, men vit kunnu eisini lesa bara fyri at stytta okkum stundir ella fyri at uppliva spenning.

At lesa skaldskap gevur okkum møguleikan at fáa upplivingar ígjøgnum onnur, meðan vit sita heitt og fjálgt í eini sofu. Vit kunnu lesa um, hvussu onnur liva og uppliva, og hvussu tey hugsa og kenna. Vit gleðast saman við teimum, tá ið tað gongst teimum væl, og harmast saman við teimum, tá ið tað gongst teimum illa.

Vit lesa um støður og umstøður, sum vit kanska ongantíð sjálvi koma í, og kortini kenna vit okkum aftur í tí felagsmenniskjaliga. Vit fáa innlit í, at vit eru ymisk, hava ymisk kor og ymsar fortreytir. Soleiðis kunnu vit læra um okkum sjálvi ígjøgnum onnur, læra at skilja onnur, ið eru øðrvísi, enn vit sjálvi. Og soleiðis kunnu vit rúmka okkara hugburð og fatan av øðrum, tí vit hoyra øll til sama felagsskap, tó at vit kanska liva í ymiskum samfeløgum og hava ymiskar tilverutreytir.

Ja, áhugavert er at lesa. Á Klaksvíkar bókasavni og á skúlabókasavninum á Skúlatrøð er ein mongd av nýggjum og góðum bókum, men eisini gomlum og góðum bókum, umframt fleiri ljóðbøkur.

So, minst til at lesa (nógv :) og vit á Skúlatrøð ynskja øllum ein góðan lesidag.