Romeo og Julio á Skúlatrøð

15. september 2021

Ein øðrvísi og sera góð uppliving

Kenda tragedian hjá Shakespear, Romeo og Julio, sum snýr seg um kærleika og familjustríð, var framførdur fyri næmingum á Skúlatrøð í dag. Tað var Listaleypurin, sum bjóðaði hesa sýningina.

Norsku leikararnir hava vant hesa framførsluna í 8 vikur, áðrenn tey byrjaðu at vitja skúlar og stovnar við leikinum. Leikurin, sum í dag varð spældur fyri 8. a og 9. b á Skúlatrøð var nummar 151 í røðini.

Hetta var nógv meir enn ein vanlig sýning, tí næmingarnir vóru til tíðir ein partur av leikinum. Løtan var bæði spennandi, stuttlig og rørandi.

Norsku leikararnir dugdu framúr væl at spæla og fáa okkum hyggjarar við. Hetta var ein fantastiska góð uppliving.

Myndir her