Teir eldru saman við teimum yngru

17. september 2021

Í vikuni passaði tað so væl, at næmingarnir í Valskúlanum, sum hava køk á Skúlatrøð, komu í góðari tíð og skipaðu morgunløtuna hjá grunddeildini. Sungið varð eina løtu, síðani varð biðið Faðir vár og so var aftur sangur á skránni.

Her eru nakrar myndir frá morgunløtuni.

Lærararnir takkaðu næmingunum fyri eina góða løtu, og her eru nøkur ljóðbrot. Syng endiliga við :)