Ger góðar pitsasniglar til komandi skúlaviku

19. september 2021

Fríggjadagin vóru nakrir næmingar úr 7. flokki í køkinum. Har læra tey at matgera og skipa soleiðis fyri, at matur og matgerð gerst ein góð uppliving. Tað var tað eisini fríggjadagin.

Nakrar myndir úr køkinum eru her.

Á matarlepanum vóru pitsasniglar. So um tú hevur hug at gera góðar pitsasnigar til komandi skúlaviku, sum byrjar í morgin, so lata næmingarnir úr 7. flokki heilsa tær, at vert er at royna hesa uppskriftina :)

Tilfar til deiggj

4 dl av mjólk
1 dl av olju
50 g av sukri
1 pk av ger
1 tesk. av salti
umleið 1 kg av hveitimjøli


Tilfar til fyllu

1 dós av tomatpuré
1 pk av skinkustrimlum
1 pk av rivnaum osti
Krydda við salti, pipari og organo


Arbeiðsháttur

Deiggj - Tendra bakarovnin og set hann á 200 gradir. Rør gerina út í lunkaðu mjólkina, koyr restina av tilfarinum í, tó ikki alt mjølið beinanvegin. Elt væl. Lat deiggið ganga í umleið 25 minuttir. Být deiggið í tveir líka stórar partar. Rulla deiggið við eini kakurullu til ein fýrkant.

Fylla - Smyr tomatpuré á. Stroy skinkustrimlarnar og eitt sindur meira enn helvtina av rivna ostinum omanyvir. Krydda við salti, pipari og oregano kryddaríi.

Tilgerð - Deiggið verður nú rullað saman til eina køku, líkt rullukøku. Sker rulluna sundur í umleið 1,5 cm tjúkk stykkir. Legg stykkini á eina bakiplátu við bakipappíri undir. Stroy restina av ostinum omanyvir.

Lat pitsastykkini ganga í umleið 10 minuttir, og baka teir síðani í 20 minuttir.

Væl gagnist!