Vit eru eins og bløð

21. september 2021

Inni í 3. flokki sita næmingarnir og arbeiða. Á hurðini inn í floksstovuna er eitt litríkt træ við áskriftini: Eingin kann alt. Øll kunnu okkurt. Saman kunnu vit alt.

Tá ið tey verða spurd, eru tey tíðindafróð og siga, at tey hava strikuteknað hvør sína hond, sum varð klipt út. Lærarin lamineraði allar hendurnar og gjørdi ein træbul, har tey settu hendurnar á sum bløð. 

Her eru fleiri myndir.

Tey halda fram og siga, at tey í flokkinum hava tosað um, at øll eru ymisk, eingin dugir alt, men um tey duga at góðtaka tað, so kunnu tey hava tað gott saman. 

Ein av næmingunum skundar sær at rætta hondina upp.

- Vit eru ikki líka, men tað ger einki.

- Tað er sum, tá ið trø skulu vaksa. Tey vaksa ikki bara. Tey skulu hava tað gott fyri at vaksa, sigur ein annar. 

Spurd, um tey halda, at menniskju kunnu vaksa, ivast tey eina løtu og siga so, ja, tað kunnu tey.

- Ja, øll vaksa. Men eisini um vit eru góð við hvønn annan her, so fara øll at trívast, sigur ein av næmingunum. 

Klokkan ringir og lív kemur í flokkin. Skúladagurin er nú liðugur, og tey pakka saman og stilla seg øll við træið, áðrenn tey fara.

- Eg bleiv liðug at rokna í dag, segði ein av seinastu næmingunum smílandi á veg út gjøgnum hurðina.

Sjónliga ein góður endi á skúladegnum. Í morgin er aftur ein dagur, har tey aftur møta trænum við áskriftini: Eingin kann alt. Øll kunnu okkurt. Saman kunnu vit alt.

Og so er óivað!