Myndgjørdur ljóssamruni

24. september 2021

Visti tú, at fotosyntesa er tað sama sum ljóssamruni? Í bókini Náttúra og tøkni 2 stendur at lesa, at tilgongdin ljóssamruni byrjar, tá ið grønkornini í blómum gera sukurevni úr vatni, koltvísúrni og sólorku. Orðið foto-syntesa er grikst og merkir ljós-samanrenning, tí tað er sólarljósið, sum ger, at vatn og og kóltvísúrni kunnu renna saman og verða til sukur. 

Evnafrøðiliga tilgongdin verður skrivað so: 6 h2o + 6 co2 + sólorka → c6h12o6 + 6 o2 

Tað er ikki altíð so lætt hjá plantum at gera sukur, tí at hesi trý: vatn, koltvísúrni og sólarljós skulu vera til staðar, annars fáa grønkornini ikki gjørt sukur, og tá er vøkstrinum ikki lív lagað.

So er spurningurin, hvussu kann hetta verða myndað, so tað gerst sjónligt, hvat hendir? 

Jú, tað hava næmingarnir í 5. flokki gjørt. Tey hava seinastu tímarnar arbeitt við at myndgera fotosyntesuma og hava eisini gjørt stuttfilmar, so fotosyntesan er lættari at skilja.

Her eru myndir frá tilgongdini og hygg niðanfyri eftir stuttfilmunum (vit ávara um stuttlig "bloobers", sum merkir mistøk frá upptøkunum ;) ): 

Vit takka 5. flokki fyri avbera góðar frágreiðingar.