Ævintýraheimar í Valskúlanum

24. september 2021

Hevði tú takkað ja, um tú vart boðin inn í heimin hjá Lisu í Leikalandi, Lítlu havfrúnni, Snjódrottningini, Hans og Gretu, Eldførinum og í eitt risabrúdleyp? Tað gjørdu í øllum førum næmingarnir í 4. flokkunum.

Tí Valskúlin hevur seinastu vikuna arbeitt við spennandi verkætlan, har tey í bólkum hava skapað spennandi rúm, sum næmingar vórðu bodnir at vitja. Verkætlanin er afturvendandi og í ár var avgjørt, at høvuðsevnið skuldi vera ævintýraheimur. Evnið er stórt, og tí var víðari avgjørt, at dentur skuldi leggjast á at stimbra allar sansirnar, so okkurt spennandi var at síggja, hoyra, føla, smakka og lukta.

Her eru myndir av tilgongdini og ævintýraheimunum.

Seks rúm vórðu skipað eftir ymiskum ævintýrum, har næmingarnir sluppu inn í heimarnar hjá Lisu í Leikalandi, Lítlu havfrúnni, Snjódrottningini, Hans og Gretu, Eldførinum og í eitt risabrúdleyp.

Ein stuttlig, lærurík og mennandi uppliving fyri bæði eldru og yngru næmingarnar, sum vitjaðu.