Parasportdagur á Tórsvølli

1. oktober 2021

Í gjár vóru næmingar á Skúlatrøð bodnir við til fótbóltstiltak fyri skúlanæmingum á Tórsvølli, ið Parasport Føroyar skipaði fyri. Veðrið var ikki av tí besta, men tað ávirkaði ikki góða lagið og hugin at íðka. 

Nógv ymiskt var at gera, millum annað varð spælt fótbólt við einum stórum bólti. Dysturin var serliga spennandi og endaði við, at eitt lið av Skúlatrøð vann. Liðið var mannað av Henry, Dávidi, Paula, Aleksanduri, Liljan og Malthe. Tey vunnu fótbóltsdystin 3-0. Hjá hinum næmingunum gekk eisini væl.

Her eru nakrar myndir frá degnum.

Ein góður, virkin og væl skipaður dagur, sum vit takka Parasport Føroyar fyri.

Her er eitt stutt brot frá degnum :)