Lekkrar muffur til vikuskiftið

1. oktober 2021

So hava dugnaligu næmingarnir í 9. flokki aftur verið í køkinum. Í dag var uppgávan at gera tríggjar muffur hvør við ymiskum prýði. 

Her eru nakrar myndir við prýðiliga úrslitinum.

Um tú hevur hug at gera okkurt gott til vikuskiftið, roynd so hesar við bláberi :)

Bláberja muffur - kakudeiggj

100 gr av bleytum smøri
100 gr sukur
100 gr marsipan
2 egg
50 gr hveitimjøl
50-100 gr bláber
75 gr hvíta sjokolatu

Krem omaná

100 gr av bleytum smøri
130 gr av flormelis
200 gr philadelphia osti

Pynta við berum, hvítari sjokulátu og/ella skreytsukuri (krymmel). Bakast í umleið 25 minuttir á 175*.