Litfagrar sjálvsmyndir

5. oktober 2021

Í 7. flokki eru næmingarnir býttir í fýra bólkar, sum eru evning, heimkunnleiki, handarbeiði og tónleikur. Í hesum bókunum verður skift í skúlaárinum, so allir næmingar hava vitjað allar fýra lærugreinir við skúlaársenda. 

Í vikuni hava næmingarnir í evning gjørt litfagrar sjálvsmyndir. Tey hava fyrst tikið eina sjálvsmynd av hvørjum øðrum, og síðani hava tey redigerað sjálvsmyndirnar á eini app, sum eitur Abstract You. 
 
Umframt at læra teknikkin við hesi tilgongdini, sum er ásett í námsætlanini, og at gera sjálvsmyndir, varð tosað um myndirnar. Tí í list ber til at siga søgur um lívið og listafólkini, sum í hesum føri eru næmingarnir. Her varð lagt upp til at tosa um ymisleika og persónligheit, áhuga og stíl. Í nøkrum førum kann hetta jú ávirka listina.  

Vit takka 7. flokki fyri listagluggan, og her eru fleiri lifagrar myndir.